14 ára gomlu vinkonurnar Yvonna Mørkøre av Eiði og Rannvá Berg úr Havn plaga altíð at vera á Summarfestival.
- Fyrstu ferð eg var, hevur nokk verið afturi í 2007, sigur Yvonna.
- Tað er nokk tað sama hjá mær. Minnist ikki ordiliga, um tað var í 2007 ella í 2008, sigur Rannvá, ið kennir Yvonnu frá legu á Zarepta.
Hóast tónleikafestivalur so er tónleikurin ikki tað, sum dregur vinkonurnar mest norður til Klaksvíkar.
- Eg eri her mest fyri at møta fólki og at hava tað stuttligt, letur úr Rannvá.
- Burtursæð frá Ronan Keating so gleði eg meg nógv til Grandma's Basement og Páll Finnur Páll, tí teir eru so stuttligir, sigur Yvonna.
Um festivalfyrireikararnir eru turrir fyri hugskotum, hvønn bólk teir skulu spyrja næsta ár, so hava tær báðar vinkonurnar eitt hugskot.
- One Direction. Teir eru so góðir, og eg elski teirra sangir. Eg hopi, at teir koma næsta ár, sigur Yvonna.
Sambært gentunum er tað serliga eitt, sum er týdningarmikið at hava við á festival.
- Man má hava gott humør við. Annars verður tað ein keðiligur festivalur, sigur Rannvá.









