Møguleiki er fyri, at tað als ikki verður nøkur nýggj útbjóðing til oljuleiting í tí bretska partinum av Atlantsmótinum á hesum sinni. Bretar hava annars havt ætlanir um at seta hol á tí 19. runduna í hesum árinum ella tíðliga í komandi ári.
Eitt krav frá umhvørvisfelagsskapinum Greenpeace kann nevniliga seta fót fyri nýggjari oljuleiting vestan fyri Hetland. Gerst hetta veruleiki, merkir tað, at tað bert verður ein útbjóðing á Atlantsmótinum í næstu framtíð, og hon verður á føroyska landgrunninum. Keldur, blaðið hevur tosað við, siga, at hetta kann koma at skapa uppaftur størri áhuga fyri teirri føroysku útbjóðingini.
Altjóða oljubløð skriva, at dómadagur fyri bretska oljusektorin nærkast. Ein avgerð í Hægstarætti í London í næstum fer at gera av, antin bretska stjórnin sleppur í gongd við enn eitt oljuleitingarumfar vestan fyri Hetland ella má útseta hetta í óvissa tíð.
Habitat-direktivið
Málið snýr seg um tað sokallaða EU-direktivið ?European Union Habitats Directive?, ið setir EU-limalondum strong krøv til at verja umhvørvið. Tað ásetir reglur fyri, hvussu bæði koralriv, hvalur, fuglur og annað livandi í sjónum skal verjast móti dálking av nøkrum slag. Meðan fleiri EU-lond longu hava sett hetta direktivið í verk, so metir Greenpeace, at bretska stjórnin beinleiðis mótarbeiðir tí, tá tað loyvir oljuleiting í økinum millum Hetland og Føroyar, har eitt sera ríkt djóralív finst. Greenpeace hevur fingið loyvi til at taka bretsku stjórnina ella rættari DTI, sum er bretska ídnaðar- og handilsmálaráðið við sær í rættin til tess at greiða frá sínum sjónarmiðum. Felagsskapurin sigur, at stjórnin við at fara undir nýggja oljuleiting á Atlantsmótinum virðir ikki tað umrødda direktivið, sum jú skal verja koralriv, smáhval og annað livandi í hesum serliga viðkvæma havøki, sum m.a. fevnir um náttúruparadísið St. Kilda vestan fyri Suðuroyggjar (Hebridurnar).
Greenpeace vísir á, at direktivið fevnir um alt havøki 200 fjórðingar úr landi, meðan stjórnin sigur, at hetta direktivið fevnir bert um øki út til 10 fjórðingar úr landi.
Tað er nú nakað síðani, at dómstólurin játtaði at taka málið upp, og var hetta fyri í Hægstarætti í London 14. oktober í ár. Hoyringin har vardi í fýra dagar, har umboð fyri Greenpeace og bretsku stjórnina og 10 oljufeløg greiddu frá sjónarmiðum sínum.
Umboðsmaðurin fyri Greenpeace, Rob Gueterbock er í altjóða oljublaðnum ?Uppstream? endurgivin fyri at siga, at um Greenpeace hevur eydnuna við sær, so sleppur stjórnin ikki í gongd við 19. útbjóðing fyrr enn hon hevur sett ?Habitat Direktivið? í gildi. Um so er at Hægstirættur gevur Greenpeace viðhald, so kann tað merkja at málið verður tikið upp til veruliga viðgerð í rættinum, og soleingi málið verður viðgjørt har, kann stjórnin ikki seta nakra nýggja oljuleiting í gongd. Tað kann sjálvandi eisini enda við, at málið endar í EU-dómstólinum. Eisini kann tað henda, at Hægstirættur í London rætt og slætt vísir aftur málinum við at vísa til, at prógvini, sum Greenpeace hevur lagt fram í sínum 2000 síðum er ikki nóg gott. Men hendir tað, at Hægstirættur gevur Greenpeace viðhald í, at umrødda direktiv fevnir um alt havøki út á 200 fjórðingar, so er sannlíkt, at málið endar við EU-dómstólin, og tá kann tað fara at taka drúgva tíð at viðgera, og tað kann so aftur hava ógvusligar avleiðingar fyri framtíðar íløgur í bretskum øki.
Kelda sigur við blaðið Uppstream, at um Greenpeace fer at fáa viðhald í rættinum, so fer tað at hava álvarsligar avleiðingar fyri seismiska virksemið í økinum. Ein av grundgevingunum hjá Greenpeace at vilja hava Habitat Direktivið at galda fyri alt havøkið er at kunna forða fyri víðari seismiskum kanningum, sum felagsskapurin metir eru til stóran ampa og skaða fyri hval og fisk.
Stjórnin og oljufeløgini saman
Stjórnin og oljufeløgini, sum standa saman sum ein maður í hesum fyri bretska oljuídnaðin seg álvarssama máli, funnust undir avhoyringunum í rættinum at Greenpeace fyri ikki at hava tikið málið fram áður og vístu á, at Greenpeace hevur ikki loyvi at fara í rættin við einum slíkum máli til tess at verja ávís djórasløg. Greenpeace sigur hinvegin, at fáa stjórnin og oljufeløgini viðhald í slíkum úttalilsi, so verður tað ein vanlukka fyri umhvørvið.
Tað er einki nýtt í tí, at Greenpeace roynir at steðga nýggjari oljuleiting á hesum leiðum. At felagsskapurin hevur valt júst Atlantsmótið kemst av, at her er talan um eitt rættiliga nýtt leitiøki. Greenpeace vísir á, at hvalur, delfinir, sjófuglur og onnur havdjór umframt koralriv á havbotninum verða hótt, um tað fer at verða borað í økinum, sum er miðskeiðis millum Føroyar og Hetland.
ST-stovnur og St. Kilda
Greenpeace hevur so eisini fingið stuðul frá kendum og virdum umhvørvisfelagsskapum og entá fingið ein av stovnunum undir ST at taka málið upp um serstakliga ein ríkan náttúrublett, sum Greenpeace metir verður hóttan, um oljuleit-ing sleppur í gongd har í nánd. Talan er um lítla oyggjabólkin St. Kilda, sum liggur rættiliga langt suður úr føroyska markinum og nakað væl vestan fyri Hebridurnar.
St. Kilda er einasta serstaka náttúruøkið í Bretlandi, (World Heritage Site) sum er friðað vegna tess sera ríku og viðkvæma umhvørvi. Her finst m.a. eitt sera ríkt fuglalív. Eisini ferðast nógvur hvalur framvið St. Kilda.
Greenpeace heldur, at umhvørvið við St. Kilda er hótt, um oljufeløg fáa loyvi at bora eftir olju í nánd av oynni. Feløg hava longu fingið slíkt loyvi. Tað er bæði hesi loyvi og møgulig komandi loyvi í 19. umfari, sum Greenpeace vil steðga. Í januar mánað ein av nevndunum undir Unesco til bretsku stjórnina, har hon bað hana síggja til, at oljuleiting ikki uppá nakran hátt kann nerva umhvørvið við St. Kilda.
Kemur illa við
Tað er greitt, at tað fer at koma ómetaliga illa við hjá bretskum myndugleikum og oljuídnaðinum sum heild, um tað skuldi hent, at Greenpeace fær viðhald í sínum sjónarmiðjum og málið verður tikið upp í rættinum. Marknasemjan við Føroyar er ein av teimum mest týðandi marknasteinunum fyri bretskan oljuídnað í nýggjari tíð og hava bretskir myndugleikar lagt alstóran dent á, at nettupp ein komandi útbjóðing í serstakliga tí bretska partinum av Hvíta økinum kann fáa alstóran týdning fyri vinnulívið sum heild í Bretlandi og her ikki minst í Skotlandi.
Innbjóðingin til Anfinn Kallsberg, løgmann at vitja í Bretlandi kemur heldur neyvan av ongum. Bretar hava so sanniliga brúk fyri einum tøttum samstarvi við føroyingar í sambandi við leiting og útvikling av møguligum komandi oljuleiðum á Atlantsmótinum. At bretar bráddliga hálsaðu um í marknatrætuni eftir 20 ára stríð, var møguliga nettupp fyri at kunna ganga tí risastóra oljuídnaðinum á møti. Varð ikki latið upp fyri leiting í Hvíta økinum, so kundi hetta fáa álvarsligar avleiðingar fyri bretska oljuídnaðin sum heild dugi stjórnin at síggja. Og nú bretar stóu á gáttini til ein spennandi og kanska ríkan útvikling í einum heilt nýggjum og vælkannaðum øki, kom so Greenpeace sum ketta upp úr høvdatrogi. So tá avtornar kann henda, at marknasemjan (í hvussu er ikki í løtuni) als ikki kemur bretum til góða. Undir øllum umstøðum verður latið upp fyri útbjóðing í føroyska partinum av Hvíta økinum. Hvørjum hetta fer at gagna kunnu tað so helst vera ymsar metingar um.
Keldur: Uppstream, The Guardian, Independent, Daily Telegraph og Press and Journal