Møguligt flográn í Amsterdam

Niðurlendska løgreglan hevur sent fólk til Schiphol-floghavnina í Amsterdam, tí illgruni er um, at eitt flogfar er rænt. Tíðindastovurnar skriva, at flogfarið er kringsett, og at ferðafólkini eru enn umborð.

Sagt verður, at flogfarið, sum felagið Vueling eigur, kom úr Malaga í Spania til Amsterdam.

Niðurlendsku myndugleikarnir sendu tvey jagaraflogfør ímóti flogfarinum. Sagt verður, at flogførini brutu ljóðmúrin fyri at skunda ímóti ferðamannaflogfarinum.