Tað er komið fram á veljarafundum í Suðuroynni, nú tað stundar til val, at ikki færri enn tvey uppisjóvarvirki eru í umbún í oynni, eitt í Vági og eitt á Tvøroyri.
Marner Lisberg, sum er nevndarformaður í Delta Seafood á Tvøroyri, váttar, at teir umhugsa møguleikan við makreli.
- Vit hava keypt flakavirkið hjá Faroe Seafood á Tvøroyri, og at gera tað til eitt uppisjóvarvirki er avgjørt ein møguleiki, sigur hann.
Teir gjørdu royndir undir makrelvertíðini í heyst at keypa nakrar lastir, sum teir frystu í Hvalba.
- Men skal eitt uppisjóvarvirki gerast veruleiki, er neyðugt, at skil kemur á makrelveiðina. Tað má skipast so fyri, at hvørt skip fær sína kvotu, so til ber at fáa sum mest burtu úr makrelinum, sigur Marner Lisberg.