Veðrið hevur ikki verið nakað at reypa av í Klaksvík í dag. So at siga allan dagin hevur tað oyst niður.
Men seinni í kvøld og út á náttina verður veðrið frægari. Møguliga verður enntá tað turt í millumbilum.
Um midnáttarleitið sigur hann frá 0,1 mm til 0,2 mm. So vónandi fara festivalgestirnir at fáa eina turra og góða konsert, tá síðsta høvuðsnavni í ár, Rasmus Seebach, fer á pall. Tað skuldi veri góður kjansur fyri tí.
Rátt verður tó øllum til at lata seg væl í, tí heilt turt fer tað ikki at vera. Haraftrat er Vágsbøur dýggjvátur eftir alt tað nógva regnið.










