Møguliga nýval í Stórabretlandi

Væntað verður nú, at Boris Johnson, bretskur forsætisráðharri, fer at skriva út nýval í oktober, um tað eydnast andstøðuni at forða fyri einum "no-deal" Brexit.

Ónøgdir tinglimir frá konservativa flokkinum hava sambært BBC sligið seg saman við Labour flokkinum um at leggja fram lógaruppskot, ið skal forða fyri, at Stórabretland kann taka seg úr ES 31. oktober uttan eina avtalu.

Boris Johnson gjørdi greitt, at hann ynskir ikki nýval, men at tað verður ógjørligt at samráðast við ES, skuldi lóggávan hjá andstøðuni fingið frama.

Uttan fyri 10 Downing Street segði Boris Johnson í dag, at hann helt, at tað fór at eydnast honum at fáa broytingar í fráfaringaravtaluna hjá Theresu May, sum annars fall í bretska tinginum tríggjar ferðir - men einans, um tinglimir stuðlaðu upp undir arbeiðið hjá stjórnini.

Hann legði aftrat, at um tingið forðaði fyri einum "no-deal" Brexit, so var tað sum at høgga beinini undan støðuni hjá Stórabretlandi.

Forsætisráðharrin segði, at hann vildi sjálvur undir ongum umstøðum biðja um Brexit útseting, og at samráðingarfólkið hjá Stórabretland mátti fáa frið at samráðast uttan uppíbland frá Westminster.

- Eg vil ikki hava nýval, og tit vilja ikki hava nýval, legði hann aftrat.