Møgulig UFO funnin nærhendis Svøríki

Svenskir kavarar hava møguliga funnið ein UFO millum Svøríki og Finnland.

 

Í øllum førum vátta hesir kavarar – sum dagliga leita eftir goymdum virðislutum -, at teir hava funnið nakað, sum teir ikki vita hvat er.

 

Við BT sigur Erhan Güner, at teir enn ikki hava fingið staðfest hvat tað er, sum teir hava funnið.

 

Kavararnir hildu fyrst, at talan var um eitt pettið av einum fjallið, men eftir at hava hugd nærri varnaðust teir, at tingið líktist einum stórum svampi. Tað er áleið tríggjar til fýra metrar høgt, og hevði rundar kantar. Á toppinum er eitt eggjaformað hol, sum teir hildu vera ein inngongd.

 

Teir siga við útlendskir miðlar, at teir ongantíð hava sæð nakað líknandi.

 

Ocean X Team, sum kavararnir kalla seg, eru vanir at kava eftir virðislutum.

 

Serfrøðingar kanna nú støðuna nærri.

 

Hetta veit bt.dk