Møgulig hjálp til Sandoy Seafood

Ole Nattestad og kona hansara, Ann Dorith hava sýnt áhuga fyri Sandoy Seafood, sum liggur í tungum sjógvi.

Ole Nattestad og kona hansara, Ann Dorith hava sýnt áhuga fyri Sandoy Seafood, sum liggur í tungum sjógvi.

Í farnu viku komu tíðindi um, at leiðslan í Sandoy Seafood fór at snara lyklinum, eftir at tað hevði verið trupult at fáa rakstur í felagið seinastu fýra árini. Við tí merkti tað eisini, at gott 60 arbeiðspláss á Sandoynni hvurvu, sum rakar oynna sera meint.

Síðani eru søgur farnar at ganga um møguligar keyparar av virkinum, ið kundi lati virkið uppaftur. Enntá í so stóran mun, at borgarstjórin fyri Skopunar Kommunu, Gerhard Lognberg kendi seg noyddan at senda kunning til miðlarnar.

- Ole Nattestad og kona hansara Ann-Dorith hava víst áhuga, men ikki treytaleyst, boðar borgarstjórin frá.

Ole Nattestad varð í 2017 keyptur úr reiðarínum Ruth hjá føroyska reiðaranum Gullak Madsen fyri áleið hálva milliard, og tað er saman við konuni, Ann-Dorith, at hann møguliga kemur flakavirkinum til hjálpar. Bæði eru tey úr økinum eisini.


Tað eru Mowi Faroes og Delta Seafood, sum eiga Sandoy Seafood. Mowi Faroes heldur fram við virksemi á Sandoynni. Eftir at Mowi Faroes í tveimum umførum hevur gjørt royndir á Sandsvág sum aliøki, fer felagið nú undir framleiðslu á Sandsvág, har felagið í august í ár fer at leggja seks aliringar.