Møgulig endurtøka av steypafinaluni í fjør

Í kvøld varð lutur kastaður um, hvørji lið møtast í hálvfinaluni í kappingini um Løgmanssteypið. Hetta varð gjørt í ítróttarsendingini 3-2 í sjónvarpinum, har formaðurin í Kappingarnevnd Fótbóltssambandsins, Jákup Martin Joensen, stóð fyri lutakastinum.

 

Fyrsta liðið úr bollanum var ÍF og næsta liðið 07 Vestur. Tað merkir, at fuglfirðingar hava heimavøll í fyrru hálvfinaluni. B68 stóð á triðja lepanum og at enda EB/Streymur. Tað hevur við sær, at steypavinnararnir frá í fjør, hava heimavøll til seinna hálvfinaludystin í móti toftamonnum.

 

Lutakastið merkir, at vit møguliga fáa eina endurtøku av steypafinaluni í fjør, tá ÍF og EB/Streymur dystaðust í Klaksvík. Hinvegin er eisini møguleiki fyri, at tvey lið, sum nú mynda botnin í Vodafonedeildini, hittast á Summarfestivalinum í Klaksvík tann 5. august. 07 Vestur hevur framvegis ársins fyrsta landskappingarsigur til góðar, meðan B68 bara hevur fingið fýra stig í hús av 18 møguligum.

 

Fyrru hálvfinalurnar verða spæla hósdagin 19. mai, meðan seinnu hálvfinalurnar verða avgreiddar týsdagin 14. juni.