Møguleikin hjá EB/Streymi

Bæði B36 og Víkingur eru á útivølli sunnudagin, meðan EB/Streymur hevur KÍ á heimavølli. Hetta kann verða møguleikin hjá Sundalagsmonnum at tetta holið upp til hini bæði oddaliðini

Fýra dystir í Vodafonedeildini verða sunnudagin, meðan tann fimti verð­ur mánakvøldið í Runa­vík mill­um NSÍ og ÍF. Størsti favo­ritt­urin er EB/Streymur, sum á heima­vølli tekur ímóti KÍ. EB/Streymur hevur vunnið níggju teir seinasti dystirnar og ger alt teir kunnu fyri at elta B36. Bæði B36 og Víkingur hava lutfaldsliga torførari dystir. Tí kann hetta gerast møguleikan hjá EB/Streymi at nærkast oddinum.

Oddalið á útivølli
Oddaliðið úr Havn, B36, skal á vitjan hjá árstalsfelagnum av Toftum. Tað er eitt torført stað hjá oddaliðnum at koma og seinast liðini hittust á Toftum endaði tað við javnleiki. B36 er favorittur at vinna, men tað eins stórir favorittar teir vóru í eitt nú Klaksvík.
Víkingur er í Havn á vitjan hjá HB, sum mikukvøldið var nakr­ar minuttir frá at fáa stig frá EB/Streymi. Tí kann hugsast, at Víkingur fær tað eins torført í Gunda­dali.

07 Vestur skal vinna
Úrslitini mikukvøldið gjørdu at tað bleiv sera tætt í botinum aftur. 07 Vestur hevði sunnudagin vitjan av B71, sum nú er at rokna sum niðurflutt. Skal 07 Vestur yvir­liva, so skulu teir hava trý stig sunnu­dagin, serliga nú ÍF megnaði at vinna á B71.
ÍF skal til Runavíkar at royna at halda fast í sigursgongdini. ÍF fekk í fyrra dystinum í Runavík eitt stig. Fáa teir tað aftur hesa ferð, so er væl hugsandi at teir eru fegnir um tað.