Zakarias Wang
-------------
Nú er ein nýggj veljarakanning almannakunngjørd. Hon er sjálvandi eins óálítandi sum allar aðrar veljarakanningar, men eitt er vert at leggja til merkis:
Teir flokkar, sum í 1946 samtyktu, at Føroya fólk skuldi spyrjast um støðu sína til heimastýrisskipan ella loysing, og sum síðani settu ta skipan í verk, sum fólkið hevði vrakað, eru nú í minniluta.
Tað er einki serligt nýtt í hesum, tí tað hevur verið støðan nú í fleiri ár. Hetta er eitt prógv um, at tað er rætt sum teir siga í Sveis, har fólkaatkvøður eru vanligar. Ofta koma úrslitini illa við hjá tingmeirilutunum, men stjórnmálamenn har eru samdir um, at fólksins avgerðir sum frá líður vísa seg at vera rættar.
Tað er hetta, sum nú er hent í Føroyum. Føroyingar halda, at tað er skeivt av okkum ikki at seta fólkaatkvøðuna í verk.
Kann hetta fáa nakrar avleiðingar fyri tað, sum fer at henda eftir komandi val?
Sjálvandi fer tað tað.
Tað, sum tá hendur, verður eftir øllum at døma, at tann løgtingsmeiriluti, sum heldur at vit skulu lýða fólksins vilja, so sum hann vísti seg á fólkaatkvøðuni 1946, tekur seg um reiggj og sigur við teir flokkar, sum skipaðu fyri fólkaatkvøðuni, at teir eru vælkomnir upp í eina landsstýrissamgongu av øllum flokkum, sum fær hetta sjálvsagda mál avgreitt.









