Møguleikin at finna Madeleine betraður

Kate McCann tosaði í gjár við almenningin um sorgina at missa dóttir sína, sum hvarv fyri fýra árum síðani. Hon tosaði um pínuna, men eisini um vónina at fáa dóttrina aftur.

Tann tá skjótt fýra ára gamla Madeleine McCann hvarv fráq foreldrunum undir einari ferð í Portugal 3. mai 2007. Síðani hava foreldrini stríðst ein haran dyst fyri at finna fram til, hvat hendi henni.

Mamman, Kate McCann, tosaði í gjár við almenningin saman við tveimum øðrum kvinnum, sum eisini leita eftir sínum horvnu børnum. Og tær halda ikki, at myndugleikarnir gera nóg mikið fyri at finna út av lagnuni hjá horvnu børnunum.

Vit hava verið sera heppin, at vit hava fingið so nógvan stuðul frá almenninginum. Men vit hava verið noydd at stríðast hart fyri at fáa tað hjálp, sum Madeleine hevur brúk fyri. Eg haldi ikki, tað er leikluturin hjá syrgjandi foreldrum, segði Kate McCann.

Tá portugisisku myndugleikarnir í 2008 løgdu málið á hillina, leigaðu foreldrini privatdetektivar at halda fram við leitingini. Men lítla gentan er framvegis sum sokkin í jørðina fýra ár eftir, at hon hvarv úr sovikamarinum.

Eftir at Kate McCann srivaði eitt bræv til David Cameron, premierministara, valdi hann at opna málið og seta eina kanning í verk.

Fyri fyrstu ferð í fýra ár, eftir at stjórnin og løgreglan eru komin inn í málið, halda vit, at møguleikarnir at finna Madeleine eru betraðir. Og vit eru sjálvandi óendaliga takksom, segði Kate McCann.

Hon kennir kortini, at hon hevur verið noydd at kára missin einsamøll – uttan hjálp frá myndugleikunum.

At vera latin í óvissu tá barn títt er burtur, er á markinum til tað óhumana. Verður brotið inn í hús tíni, fært ú kreppuhjálp bodna. Hvørvur barn títt, fært ú kanska einki, segði Kate McCann.