Almennur valfundur verður í Roynhøllini í Hvalba klokkan 20 í kvøld, mánakvøldið. Í kvøld klokkan átta fáa suðuroyingar høvi at hoyra, hvat valevnini í Suðuroy halda um tey lokalu málini í oynni
Klokkan 20 í kvøld veðrur valfundur í Roynhøllini í Hvalba við valevnum úr Suðuroy. Øll valevninini fara at hava hvøær sína stutta framløgu og eftir tað verður høvi hjá áhoyrarunum at seta teimum spurningar og at koma við viðmerkingum.
Eftir tað fáa valevnini høvi at koma við sínum viðmerkingur og so verður ein lítil steðgur, áðrenn valevnini aftur fáa hvør sína framløgu.
Á fundinum er sjálvandi ætlanin at varpa ljós á lokalmál í Suðuroy og tað er lítið at ivast í, at nomið verður við vinnumál, samferðslumál og onnur viðurskifti í oynni.
Fyri valbingar sjálvar eru tað serliga tveir spurningar, sum rørast í fólkinmum og teir eru spurningurin um ein nýggjan Hvalbiartunnil og spurningurin um eftirskúlan í Hvalba. Serliga seinastu dagarnar hava lesarabrøv verið í bløðunum, har valevni leggja hvønn annan undir mangt og hvat í sambandi við eftirskúlan og Portalurin skilir, at hetta verður ein spurningur, sum uttan iva verður havdur á lofti í kvøld