Kursurin á 5%-realkredittlánsbrøvum er farin upp um 95, og nú fer at gerast áhugavert hjá føroyingum við 7%-fastrentulánum at niðurkonvertera til 5%-fastrentulán. Harvið verður mánaðarliga lánsgjaldið lægri. Møguligt er eisini at fara yvir til RTL1-lán, har rentan í løtuni er undir 4,5%. Til sammetingar er rentan á 1. veðrætti 6,4%
Lækkandi rentustigið ávirkar støðuna hjá bústaðaeigarum positiva vegin. Eitt er, at fólk við vanligum 1. veðrættarlánum merkja rentubroytingar, bæði tá rentan lækkar og hækkar. Annað er, at kundar við fastforrentaðum realkredittlánum nú eisini kunnu fara at hugsa um at niðurkonvertera frá 7%-lánum niður í 5%-lán.
Kursurin á 5%-lánum var í morgun farin upp um 95, og tá byrjar tað at gerast áhugavert hjá teimum, ið hava 7%-lán at innfría lánið og at fara niður í 5%-lán.
- Tummilfingurreglan er, at kursurin skal liggja millum 95 og 100, áðrenn tað gerst áhugavert at niðurkonvertera. Tað kursintervallið eru vit nú komin í, sigur Sverri Justinussen, leiðari á Eik Markets.
Niðurkonvertering merkir, at kundar við 7%-lánum kunnu innfría obligatiónirnar aftan fyri lánið og so upptaka nýtt lán til lægri rentu, eitt nú 5%-fastrentulán.
- Men tað ber sjálvandi eisini til at fara í tey sonevndu rentutillagingarlánini (RTL-lánini, red.), har rentan er upp aftur væl lægri. RTL 1-rentan, ið hevur árliga rentutillaging, er nú komin niður um 4,5%, og fer kanska heilt niður á uml. 3,75% seinni í ár, sigur Sverri Justinussen.
Leiðarin á Eik Markets vísir tó á, at RTL-lánini sjálvandi hava størri váða enn fastrentulánini, júst tí at rentan verður tillagað árliga. Men hetta hava føroyingar verið vanir við í øldir við okkara veðrættarlánum, har rentan eisini er broytilig.
- Longu nú merkja vit áhuga hjá fólki at niðurkonvertera síni lán, so mánaðarliga gjaldið á bústaðaláninum fer niður. Hetta er sama gongd, sum sæst uttanlands, og vit rokna við vaksandi áhuga, sigur Øssur Skeel Nolsøe, leiðari fyri deildunum hjá Eik í høvuðsstaðarøkinum.
Tað var í gjár, at Evropeiski Meginbankin (ECB) lækkaði leiðandi rentuna við einum hálvum prosenti niður á 1,5%. So lág hevur leiðandi rentan í evru-økinum ongantíð verið fyrr. Nakað út á dagin í gjár valdi Tjóðbankin í Keypmannahavn eisini at lækka leiðandi rentuna úr 3% og niður til 2,25%. Rentulækkingin í Danmark var soleiðis eitt kvart prosent meira enn hjá ECB.