1. DEILD
Jákup Mørk
Tað er møguleiki fyri, at uppflytingin til Formula deildina verður avgjørd í morgin. 07 Vestur er trý stig frammanfyri VB/Sumba, og um tað eydnast vágamonnum at vinna somu úrtøku hesa ferð, sum tað fer at eydnast hjá suðuroyingum, so verður 07 Vestur fyri fyrstu ferð partur av Formula deildini.
07 Vestur, sum mikudagin vann 2-0 í Vági, eigur heimavøll ímóti teimum næstbestu hjá NSÍ, meðan VB/Sumba skal spæla í Leirvík.
AB uppflytingin er eisini á trappuni. Argjamenn eiga hesa ferð heimavøll ímóti KÍ, sum flytir niður, um teir einki fáa norður við aftur.