Møguleikarnir í Hoyvíkssáttmálanum

Seinasta vikuskiftið skipaði føroyska sjómansheimið í Reykjavík, Ørkin, fyri ein­um áhugaverdum og fjøl­broyttum tiltaki, sum skuldi seta fokus á viðurskiftini millum Føroyar og Ísland og teir møguleikar, sum liggja í Hoyvíkssátt­málan­um.
Tiltakið byrjaði fríggja­dag­in Kl 17, tá myndlista­framsýning lat upp við listar­verkum hjá Kartin Olgar Lamhauge, Sigrun Gunn­arsdóttir og Jógvan Purkhus. Jógvan er klaks­víkingur, sum býr í Íslandi. Hann er tí ikki so kendur í Føroyun. Men sum skyld­maður hjá Hans Hansen úr Mikladali og beiggi Páll Purkhús skuldi ligið væl fyri! Danski sendiharrin í Íslandi opnaði framsýn­ingina.
Sjálv ráðstevnan byrjar leygar­morgunin við fiski­vinn­uni. Olaf Olsen vísti á sínar royndir Íslandi og við íslendingum og Óli Jacob­sen greiddi frá lagnu­felags­skapinum millum Føroyar og Ísland.
Halldór Pálsson, ís­­lendskur handilsmaður, samanbar føroyingar og íslendingar, og Águst Steintórsson greiddi frá byggivinnuni í Íslandi.
Seinnapartin greiddu Atlantic Airways og Dánjal Poulsen frá Faroe Travel frá ferðamøguleikum millum Føroyar og Ísland, og Mai­gun Solmunde greiddi frá íslendsku ferðavinnuni og møguleikar fyri at útbúgva seg har.
Almenna skráin fyri ráð­stevnuna endaði leygardagin við vitjan á Smyril-Line og Rumfatalagerinn í Kópa­vogi.
Onnur tiltøk
Leygarkvøldið var føroysk gospelkonsert í Filadelfia, har tað var samsending við Lindina í Íslandi og Føroy­um. Bólkarnir vóru SALT og Terji og Lisa. Hesir bólk­ar vóru eisini við øðrum tiltøkum.
Sosialurin var við í hesum tiltaki, og fara vit í blaðnum í dag og komandi bløðum at greiða frá ráðstevnuni, eins og vit fara at hava ann­að áhugavert tilfar úr Ís­landi.