Møguleikarnir fyri starvi í oljuvinnuni

Broytingarnar í skattalógini eru við til at forða ágrýtnum føroyingum í at nema sær kunnleika innan oljuvinnuna í altjóða høpi

Tað hevur seinastu árini verið nógv tosað í fjølmiðlunum,millum vinnulívsfólk og politikarar, at føroyingar mugu fyrireika seg til oljuvinnuna, sum eftir øllum at døma fyrr ella seinni kemur til Føroyar.
Vit hava eisini hoyrt, at vinnan skal brynja seg til at taka lut í oljuvinnuni og sostatt vera klár, tá tann tíð kemur.
Eg siti tí eftir við spurninginum , hví tað ikki er tikið hædd fyri tí einstaka føroyinginum, sum av ágrýtni, fer út um landoddarnar at søkja sær starv innan henda ídnað,eg hugsi serliga um størv umborð á boripallum og boriskipum.
Sum ivaleyst nógvir føroyingar av egnum royndum longu vita, er hendan vinnan ikki tað lættasta staðið, at ?fáa fótin innum?, tí tú sum einstaklingur neyvan hevur tær røttu kontaktirnar.
Tað er nú eina ferð soleiðis ,at ein umsøkn uttan ?andlit? sum oftast endar niðast í bunkanum hjá einum arbeiðsgevara. Men hvussu hjálpa vit so tí einstaka føroyingurin?
Tað kann í hvussu so er ikki vera við at viðkomandi sjálvur má gjalda ferðina aftur og fram til arbeiðis.
Ì Bretlandi, til dømis, skal arbeiðsgevarin gjalda ferðaseðilin við toki frá bústaði og til Aberdeen, hagani tyrlan flýgir út til boripall ella boriskip, og hvar stand by- og supply bátar sigla út frá.
Sum kunnugt er einki tok úr Føroyum til Aberdeen, men arbeiðarin má nýta flogfar til og frá arbeiði, sum arbeiðsgevarin (útlendska oljufelagið/veitingarfelagið) aloftast ikki vil gjalda, tá velur hann heldur at seta ein breta í starv.
Ì dag ber heldur ikki til, eins og tað gjørdi áðrenn 01.01.2001, at fáa skjalprógvaðar ferðaútreiðslur sum frádrátt í skatti í Føroyum. Hetta valdi figgjarmálastýrið at broyta, sambart kunngerð nr. 120 frá 22 desember 2000, so sjófólk fáa ein samdøgurfrádrátt áljóðandi 300 DKR. Hetta er ein frádráttur sum verður givin procentvís av teimum 300 krónur um dagin so ljóðandi:

Frítt innivist 20%
Kostur 50%
Ferðing 25%
Tryggingar 5%

Fullur samdøgurfrádráttur verður bert goldin, um viðkomandi persónur sjálvur hevur goldið fyri kost, innivist, ferðaútreiðslur og tryggingar í samband við arbeiði uttanlanda. Hevur onkur føroyingur fingið starv á til dømis einum boripalli, so verður innivist, kostur og tryggingar goldið av arbeiðsgevaranum,eftir eru nú 25% av 300Dkr .- sum er 75 Dkr.
Eisini kann nevnast, at arbeiðsgongdin í Bretlandi oftast er 14 dagar umborð og 14 dagar heima(ferðin aftur og fram fer av frídøgunum), so fyri ein túr, tvs. fyri ein mánað, er skattafrádrátturin 1050 Dkr. Flogferðaseðilin til Aberdeen kostar neyvan so lítið ..........
Hetta er tað sama sum at taka tað økonomiska grundarlagið frá einum og hvørjum, sum ætlaði at royna at fáa sær ?fótin innum? í oljuvinnuni.
Sum um hetta ikki var nóg oyðileggjandi, so avgjørdi fíggjarmálastýrið enn eina ferð at lækka samdøgurfrádráttin, niður á 100 Dkr, tað vil siga, at áður nevnda dømi vildi farið niður á 350 Dkr at draga frá í skatti um mánaðin.
Nevnast má, at her er talan um ein frádrátt í bruttoinntøkuni og ikki ein stuðul, eins og tað er , tá ein persónur ferðast millum bústað og arbeiðsstað í Føroyum, sambart kunngerð nr.103 frá 28 juni 2001.

Dømi:
Arbeiðið í bretskum sjógvi 180 dagar um árið : 4.500,00 kr í frádrátti

Suðuringur til arbeiðis í Havn 170 dagar um árið: 5.100,00 kr. í stuðli

Hetta kann ikki vera rætta leiðin at hjálpa teimum føroyingum, ið hava viljan og ágrýtni til at fáa sær tann kunnleika og tann førleika, ið eisini skal til, fyri at vit kunnu taka ímóti hesu vinnu, væl at merkja, um vit ynskja, at føroyingar skulu fáa arbeiði.
Vit mugu heldur ikki gloyma, at her er ein møguleiki at fáa ?útlendskan valuta? til Føroyar og tann stóri spurningurin er tískil, um kunngerð nr. 120 frá 22. desember 2000 frá Fíggjamálastýrinum vil elva til vinning ella tap.
Eg vil enda við einum broti úr samgonguskjalinum, har um oljuvinnuna stendur:
Tryggjast skal, at eitt komandi leitingarumfar og ein møgulig oljuvinna, fyrst og fremst verður grundarlagið undir at menna førleika í føroysku vinnuni í altjóða høpi, so hon kann tillaga seg broytingar og menna nýggjar inntøkumøguleikar.