Uttanlandsnevndin viðger uppskot til nýggjan sjálvstýrisleist. Áhugavert verður at síggja, hvussu fastlæst samgongan er, nú Javnaðarflokkurin sigur seg í ávísan mun kunna taka undir við tilgongdini, men tá vil hava ymsar broytingar. Løgmaður hevur ein trupulleika, og hann eitur framvegis Tjóðveldisflokkurin. Hóast løgmaður ber fram føgur orð um, hvussu týdningarmikið tað er at fáa eina breiða semju og fáa Javnaðarflokkin við, er tað eingin loyna, at kreftir í Tjóðveldisflokkinum vilja einki hava við Javnaðarflokkin at gera. Haturið hjá hesum kreftum móti javnaðarfólki er so stórt, at tær heldur vilja leggja seg á knæ fyri Fólkaflokkinum enn at skula samstarva við Javnaðarflokkin.
Og nettupp hetta er knúturin í føroyskum politikki. Tjóðveldisflokkurin hevur síðani formansskiftið fullkomiliga negligerað Javnaðarflokkin og hevur við floksapparati sínum gjørt alt fyri at háða og tváa flokkin og formann hansara. Hóast formaðurin letst sum hann virðir demokratiið, stendur hann kortini á odda fyri einum flokki, sum javnsetir javnaðarfólk við quislingar og landasvíkjarar. Hvussu skal samstarv spyrjast burtur úr slíkum hugburði! Lagnunnar speisemi er tað eisini, at eingin hevur verið meira víðgongdur í hesi herferð móti javnaðarfólki enn formaðurin í Uttanlandsnevndini, sum nú skal eina finna skilagóða og breiða loysn, um vit skulu ganga eftir orðum løgmans.
Tað má hugburðsbroyting til í Tjóðveldisflokkinum skal hann koma á tal aftur við Javnaðarflokkin. Skal nakað henda á sjálvstýrisleið, er tað einasti útvegurin. Tað kann henda, at Tjóðveldisflokkurin setur seg uttan fyri ávirkan í føroyskum politikki, um hann ikki sannar hetta. Tað er tó greitt, at fer Sambandsflokkurin at halda fram við gomlu sambandslinjuni, vil tað koma væl við hjá Tjóðveldisflokkinum. Tí tá verður ringt hjá Fólkaflokki og Javnaðarflokki at hava nakað við Sambandsflokkin at gera. Og tað kann tvinga Fólkaflokkin saman aftur við Tjóðveldisflokkinum. Vil Sambandsflokkurin ikki innsíggja, at meiri sjálvstýri er einasta leið, verður hann orsøkin til, at núverandi samgonga kann halda fram eftir valið. Hvør enn verður formaður í flokkinum eigur hann at gera sær hetta greitt. Tað er neyvan nakar ivi um, at hevði Sambandsflokkurin flutt seg meira á sjálvstýrisleið, hevði ynskisamgongan hjá løgmanni verið A,B og C. Nógvir fólkafloksmenn høvdu fegnir viljað skift út E við B. Gevast tjóðveldismenn ikki við sínum haturi til Javnaðarflokkin, kunnu teir lættliga koma at seta seg sjálvan uttan fyri alt vald.