Má fáa avleiðingar

Sveinur Tróndarson er formaður í Kappingarnevndini hjá FSF, sum nú skal taka støðu til, um teir heita á Aganevndina um at taka hendingina í Gøtu upp til viðgerðar.

Meðan málið verður viðgjørt, fær formaðurin í Kappingarnevndini illa gjørt nakrar ítøkiligar viðmerkingar, men hann sigur kortini, at FSF noyðist at fyrihalda seg til viðurskiftini á vøllinum. Eisini hóast talan er um hendingar, sum bert upptøkutólið hevur fangað.

- Vit, sum varða av fótbóltinum, eru noydd at taka mál av hesum slag upp, tí spælararnir mugu vita, at nøkur ting bera avleiðingar við sær.

- Men gera vit tað, so haldi eg samstundis, at tað er neyðugt við nøkrum føstum mannagongdum, og at hesar verða hildnar, sigur Sveinur Tróndarson.