? Landssstýrið hevur nú gjørt greitt, hvat tað vil, og fari eg sum alment settur stjóri at taka avgerðina hjá myndugleikunum til eftirtektar.
Hans Biskupstø, leiðari á Landsverkfrøðingsstovninum, vil ikki gera stórvegis viðmerkingar til, at landsstýrið nú hevur samtykt anlegslógina: Lógina, ið gevur partafelagnum Vágatunnilin heimild at gera undirsjóvartunnilin undir Vestmannasundi.
Sleppa við kortini
Hóast anlegslógin leggur upp til, at tað er P/F Vágatunnilin, ið skal standa fyri øllum projektinum, er avtala gjørd millum P/F Vágatunnilin, Vinnumálastýrið og Landsverfrøðingin um, at Landsverkfrøðingurin skal standa fyri vegagerðini. Tískil sleppur Landsverkfrøðingurin kortini at vera við í arbeiðinum.
Hans Biskupstø hevur vónir um, at Landsverkfrøðingurin í størri mun enn hetta sleppur at vera við í arbeiðinum. Hann vísir á, at landsstýrismaðurin í vinnumálum skal góðkenna sjálva verkætlanina, og væntar hann í hesum sambandi, at landstýrismaðurin fer at leita sær serkunnleika hjá Landsverkfrøðinginum.
? Spurningurin í hvussu stóran mun vit vera við í arbeiðinum er ein spurningur um, hvussu nógv vit kunnu semjast við myndugleikarnar um, sigur leiðarin á Landsverkfrøðingsstovninum.
Skal fyri tingið
Enn er anlegslógin bert samtykt í landsstýrinum, og tískil er viðgerðin í tinginum enn eftir. Lógaruppskotið er borið niðan í tingið, og verður tað væntandi lagt fyri tingið á tingfundinum í dag ella seinni í vikuni.
Hóast Tjóðveldisflokkurin í landsstýrinum hevur verið við til at samtykkja lógaruppskotið, er ikki vist, at Tjóðveldisflokkurin á tingi í eins stóran mun fer at taka undir við uppskotinum. Formaður Tjóðveldisfloksins, Heini O. Heinesen, hevur fyrr meldað út, at hann er ímóti anlegslógini, og at hann tískil ikki fer at atkvøða fyri uppskotinum.
Heini O. Heinesen hevur fyrr sagt við Sosialin, at tað eftir hansara sannføring er Landsverkfrøðingurin, ið hevur serkunnleikan at gera tunlar í Føroyum, og tískil heldur hann tað vera upplagt, at Landsverkfrøðingurin skal standa fyri arbeiðinum.
Leiðarin á Landsverkfrøðingsstovninum, Hans Biskupstø, vil ikki leggja seg út í ósemjuna um anlegslógina, men vísir á, at eggið, sum nú er samtykt í landsstýrinum ikki verður ungi fyrr enn eftir tingviðgerðina.











