Hósdagin 16. september klokkan 17 handar Tórshavnar kommuna Mentanarvirðislønir M. A. Jacobsens í Sjónleikarhúsinum.
Í 1958 var fyrsta árið, at virðislønin var latin, og heitið tá var Bókmentavirðisløn M. A. Jacobsens. Í 1996 samtykti Tórhavnar kommuna eina nýggja reglugerð og broytti tá heitið til Mentanarvirðislønir M.A. Jacobsens. Sambært nýggju reglugerðini kann nevndin lata tríggjar virðislønir, fyri ávikavist fagurbókmentir, yrkisbókmentir og mentanaravrik. Nevndin hevur eisini heimild til okkurt árið ikki at lata onkra av virðislønunum.
Í nevndini fyri Mentanarvirðislønir M. A. Jacobsens eru fimm limir. Teir verða valdir fjórða hvørt ár, tá nýtt býráð er valt og skipað. Kommunan velur tríggjar limir, og í hesum skeiðnum eru teir: Egon Hansen, Erling Isholm og Jákup Jacobsen. Fróðskaparsetrið velur ein lim, sum í løtuni er Turið Sigurðardóttir, og Rithøvundafelagið ein, Gunnar Hoydal. Eingin formaður er í nevndini. Fastur skrivari er býarbóka-vørðurin, Anna Brimnes.
Barnabókaheiðursløn Tórshavnar býráðs varð fyrstu ferð latin í 1976. Í nevndini fyri hana eru fimm limir. Fastur limur er barnabókavørðurin á Býar-bókasavninum í Tórshavn, Malan Hilmarsdóttir, sum eisini er skrivari, ein limur valdur av Felagslærararáðnum við kommunalu skúlarnar í Tórshavn, Hervør Jákupsson, tveir limir, valdir av Tórshavnar kommunu, Poulina Slættanes og Arnbjørn Dalsgarð. Formaðurin í mentamálanevnd Tórshavnar kommunu er fastur formaður í nevndini. I hesum skeiðnum er tað Heðin Mortensen.
Tvær virðislønir kunnu latast, men nevndin hevur eisini heimild til bert at lata eina ella onga, og í ár verður eingin latin.










