Mánadagin 17. sept. kl. 5 seinnapartin handar Tórshavnar kommuna Mentanarvirðislønir M.A. Jacobsens og Barnabókaheiðursløn Tórshavnar Býráðs í Sjónleikarhúsinum.
Í 1958 varð ein reglugerð gjørd fyri bókmentavirðisløn M.A. Jacobsens og tvær virðislønir vórðu fyrstu ferð latnar sama árið. Reglugerðin fekk heitið: Reglugerð fyri Bókmentavirðisløn M.A. Jacobsens.
Í 1972 varð gjørt av, at onnur lønin átti at verða latin fyri fagrar bókmentir og onnur fyri yrkisbókmentir.
Í 1985 kom í reglugerðina, at býráðið kundi samtykkja at lata eina løn afturat, um nevndin helt eitt verk hava bókmentaligt virði, men vera torført at flokka sum annaðhvørt fagurbókmentaligt ella yrkisbókmentaligt.
Í 1996 samtykti Tórshavnar býráð at broyta navnið og reglugerðina. Heitið er nú Mentanarvirðislønir M.A. Jacobsens. Nevndin hevur heimild at lata tríggjar virðislønir, eina fyri fagurbókmentir, eina fyri yrkisbókmentir og eina fyri mentanaravrik. Virðislønin fyri mentanaravrik kann verða latin fólki, sum hava gjørt eitthvørt, sum hevur týdning fyri føroyska mentan. Nevndin hevur heimild at gera av ikki at lata onkra av virðislønunum, um hon heldur, at einki verk ella avrik er virðislønarvert. Í ár verða tríggjar latnar.
Í nevndini fyri Mentanarvirðislønir M.A. Jacobsens eru fimm limir: Býráðið velur tríggjar, Rithøvundafelagið ein og Fróðskaparsetur Føroya ein. Nevndarlimirnir verða valdir eftir hvørt býráðsval. Eftir býráðsvalið síðsta heyst er nevndin sostatt vald av nýggjum. Býráðið hevur valt Egon Hansen og Jákup Jacobsen at halda fram. Erling Isholm er nýggjur limur. Rithøvundafelagið valdi Gunnar Hoydal aftur. Fróðskaparsetrið valdi Turið Sigurðardóttur. Eingin formaður er í nevndini. Býarbókavørðurin er fastur skrivari, tað er Anna Brimnes.
Barnabókaheiðurslønir Tórshavnar Býráðs vórðu fyrstu ferð handaðar í 1976. Heiðurslønirnar verða latnar fyri bóka- og listaverk fyri børn, sum verða hildin at vera virðislønarverd. Tær kunnu latast rithøvundum, týðarum og listafólkum. Í mesta lagi ber til at lata tvær lønir. Í ár verður ein latin. Í nevndini í barnabókaheiðurslønirnar eru somuleiðis fimm limir. Formaðurin í mentamálanevnd Tórshavnar kommunu er fastur limur og fastur formaður í nevndini. Ein barnabókavørður er fastur limur og skrivari í nevndini, tað er Malan Hilmarsdóttir.
Nevndin verður vald av nýggjum eftir hvørt kommunuval. Í fjør heyst varð Heðin Mortensen formaður í mentamálanevndini og er sostatt eisini formaður í nevndini fyri barnabókaheiðurslønirnar. Tórshavnar kommuna hevur valt Hildur Eyðunsdóttir og Poulinu Slættanes í nevndina. Felagslærararáðið hevur valt Hervør Jákupsson.










