M.A. Jacobsen virðislønir handað mánadagin

.

Mánadagin 18. september klokkan 5 seinnapartin handar Tórshavnar kommuna Mentanarvirðislønir M.A. Jacobsens og Barnabókaheiðurslønir Tórshavnar Býráðs í Sjónleikarhúsinum. Næmingur frá Tórshavnar Musikkskúla luttekur, og Bjarni Restorff, lærari á Tórshavnar Musikkskúla, stendur fyri sanginum, tá ið handanin fer fram. Handanin er almen.

Bókmentavirðislønir M.A. Jacobsens vórðu fyrstu ferð handaðar í 1958; tá varð staðfest, at í mesta lagi tvær bókmentavirðislønir áttu at verða latnar.

Í 1972 varð gjørt av, at onnur lønin átti at vera latin fyri fagar bókmentir og onnur fyri yrkisbókmentir.

Í 1985 kom í reglugerðina, at býráðið kundi samtykkja at lata eina triðju løn, um nevndin helt, at eitt verk hevði bókmentaligt virði, men var torført at flokka. sum annahvørt fagurbókmentaligt ella yrkisbókmentaligt.

Í 1996 samtykti Tórshavnar býráð at broyta reglugerðina. Heitið er nú broytt til Mentanarvirðislønir M.A. Jacobsens, og nevndin hevur heimild at lata tríggjar virðislønir, eina fyri fagurbókmentir, eina fyri yrkisbókmentir og eina fyri mentanaravrik. Við mentanaravrik verður hugsað um fólk, sum hava gjørt nakað av týdningi fyri føroysku mentanina. Nevndin hevur heimild at gera av ikki at lata onkra teirra, um hon heldur, at einki verk ella avrik er virðislønarvert. Í ár verða tríggjar lønir latnar. Í nevndini fyri Mentanarvirðislønir M.A. Jacobsens eru fimm limir: Egon Hansen, Jákup Jacobsen og Beinta Nattestad hevur Tórshavnar býráð sett í nevndina. Rithøvundafelagið hevur sett Gunnar Hoydal, og Fróðskaparsetur Føroya hevur sett Eyðun Andreassen í nevndina. Skrivari er býarbókarvørðurin. Nevndarlimirnir verða settir eftir hvørt býráðsval.

Barnabókaheiðurslønir Tórshavnar Býráðs vórðu fyrstu ferð handaðar í 1976. Heiðurslønirnar verða latnar fyri bóka- og listaverk fyri børn, sum verða hildin at verða virðislønarverd. Tær kunnu latast rithøvundum, týðarum, listafólkum og einstaklingum. Í mesta lagi ber til at lata tvær lønir. Í ár verður ein latin.

Í nevndini fyri Barnabókaheiðurslønirnar er formaðurin í mentamálanevnd Tórshavnar kommunu fastur limur, tað er Kaj Leo Johannesen. Ein barnabókavørður er fastur limur og skrivari í nevndini, tað er Malan Hilmarsdóttir. Tórshavnar kommuna hevur sett Heðin Mortensen og Poulinu Slættanes í nevndina. Felagslærararáðið hevur sett Høgna Joensen. Eftir hvørt býráðsval velja Tórshavnar kommuna og Felagslærararáðið av nýggjum limir í nevndina.