M.A. Jacobsen, Eitt Sunnukvøld Í Plantaguni og Peanuts

Johan Mortensen, Valevni fyri Tjóðveldisflokkin
-------





Mær tykist at M. A . Jacobsen heiðurslønin og tær sømdargávur sum verða givnar samanvið M. A. Jacobsen eiga bert at geva givnar til skapandi fólk sum liva og búgva í Tórshavnar Kommunu. Tórshavnar Kommuna skal ikki lata sømdargávur til festivalar og annað uttanfyri Havnina, slikt er okkum óviðkomandi.

Eitt Sunnukvøld Í Plantaguni er ein av okkara perlum sum altið gleðir eitthvørt veitsluhald. Hon er somuleiðís fyrsta kommerciella grammofonplátan i Føroyum. Leivur Johannesen, sum sang um Sunnukvøldið í Plantaguni – hann er gloymdir av teimum á parnassinum, hví fær Leivur ikki sømdargávu frá Býráðnum ? Tjóðveldið fer at endurskoða M. A. Jacobsen viðtøkurnar og leita upp øll tey sum eru gloymd, øll tey sum við sínum kreativa virki gleða Havnarfólk.

Eisini skal upphæddin hjá M.A. Jacobsen heiðurslønini fara munandi upp. Tú fær ikki skaldskap fyri peanuts.

-----