So leikti hann eitt fantastiskt EM fyri U-21 landslið, fekk sín fyrsta dyst fyri danska A-landsliðið, og knappliga var ungi danin ein áhugaverdur leikari fyri fleiri evropeisk stórfeløg. Seinasta felagið í røðini er franska meistaraliðið, Lyon, sum eftir øllum at døma hevur boðið Arsenal 100 mió kr. fyri at tryggja sær Bendtner i summar. Enn er ikki greitt, hvørt Arsenal vil selja Bendner, sum í løtuni er leigaður út til oddaliðið í næstbestu ensku deildini, Birmingham.