Lyon tapti og vann

Hóast tap fyri Bordeaux í seinnu fjórðingsfinaluni, kom Lyon í hálvfinaluna samanlagt

Champions League: Undan dystinum á Stade Chaban Delmas, í fyrrakvøldið hevði Lyon longu annað beinið í hálvfinaluni, tí liðið hevði vunnið 3-1 á Bordeaux í fyrru uppgerðini millum tey bæði fronsku feløgini.
Hóast Bordeaux av øllum alvi royndi at venda samlaða úrslitinum til egnan fyrimun, rakk tað ikki á mál, tí tað eydnaðist ikki at vinna meiri enn 1-0. Hóast kjansirnir ikki trutu, so var tað bara Marouane Chamakh, sum beint undan steðginum fann vegin til málmeskarnar hjá Lyon.
Lyon megnaði at ríða stormin av og gjørdist tí samanlagdi vinnarin, hóast tapið í seinna dystinum. Samlaði sigurin hjá Lyon og Bordeaux var 3-2, og tí skal Lyon spæla hálvfinalu ímóti týska Bayern München, meðan hin hálvfinalan verður millum FC Barcelona og Inter.