Lyon bukaði Real Madrid

Franska felagið Lyon stórspældi ímóti spanska Real Madrid í Champions League mikukvøldið. Lyon vann bara 2-0, men hevði spæl og møguleikar til mangt slíkt. Real Madrid var púra fyri ongum ímóti Lyon.
- Lyon er eitt sera got tlið  bæði fysiskt og taktis. Í løtuni eru teir nógv betur enn vit, segði Fabio Capello, venjari hjá Real Madrid, eftir tapið. Hann bað fólk minnast til, at hann er í holt við at byggja eitt nýtt Real Madrid-lið upp, og at tað tekur tíð.