Ein stórur lyngeldur við Tversted í Norðurjyllandi breiðir seg, og sambært løgregluni hava sløkkiliðini ikki tamarhald á honum. Tað darvar eisini sløkkingina, at tað er rættiliga frískur vindur.
-Alt bendir á, at eldurin er kyknaður, tí at nøkur fólk hava koyrt øsku og glóð út í náttúruna, og síðani hevur eldurin breitt seg. Ein húsvognur er farin upp í royk, men vit hava ikki frætt nakað um, at fólk hava fingið skaða, sigur John Henriksen hjá løgregluni við TV2.
Summarhús eru har á leiðini, men sum skilst eru tey ikki í vanda.