Lyngby vil hava Kaj Leo aftur

Lyngby vil hava Kaj Leo Í Bartalsstovu at koma aftur til felagið, tá føroyska kappingin er komin at enda. Kaj Leo hevur í eina viku ella so verið og royndarvant við danska 1.deildarfelagnum.

 

-       Lyngby vil hava meg at koma aftur í heyst ella í vetur, so eg kann venja við í tvær vikur til ein mánað, sigur Kaj Leo Í Bartalsstovu við in.fo.

 

Sjálv royndarvenjingin gekk væl, men tað lat seg ikki gera hjá víkingaspælaranum at spæla nakran dystin.

 

-       Tað gekk fínt at venja og teir síggja møguleikar í mær, men eg kundi ikki spæla nakran dyst, tí teir eru í holt við kappingina í løtuni, sigur Kaj Leo víðari.

 

Um áhugin frá danska felagnum skuldi ment seg til nakað meir, so metir Kaj Leo at Lyngby er eitt spennandi felag.

 

-       Eg haldi at talan er um eitt spennandi felag við góðum spælarum og góðum venjingum, sigur Kaj Leo at enda.

 

Kaj Leo og Víkingur skulu um vikuskiftið spæla í steypafinaluni móti EB/Streymi.