Danska felagið Lyngby er aftur í superliguni. Føroysku landsliðsspælararnir Christian Lamhauge Holst og Tem Hansen eru at finna í hópinum hjá Lyngby, og teir skulu saman við restini av hópinum verða yrkisspælarar í komandi kappingarári. Málmaðurin Stefan Camagnolo og verjuspælarin Morten Juul Hansen hava arbeiði við síðuna av fótbóltinum, men teir verða noyddir at sleppa tí, um teir framhaldandi skulu spæla fyri Lyngby.