Felagið hjá Christian Lamhauge Holst hevur bjargað sær lívinum í donsku 2. deild. Við einum 2-0 sigri á Næstved farna vikuskiftið komu teir leysir av niðurflytingarstrikuni, og nú eitt umfar er eftir at spæla, hava teir tryggjað sær luttøkuna í triðbestu donsku fótbóltsdeildini.
Christian Lamhauge Holst, sum hevur spælt á føroyska landsliðnum, skoraði annað av málunum hjá Lynbgy sunnudagin, og hann er toppskjútti hjá liðnum við 16 málum í hesum kappingarárinum.