Lyngby spælari til Amager

Fremad Amager, sum her fyri gjørdi sáttmála við seks nýggjar spælarar, skrivaði í gjárkvøldið undir sáttmála við enn ein spælara.

Talan er um Morten Juul Hansen, sum í gjár varð loystur úr sínum sáttmála við Lyngby, sum komandi ár spælir í superliguni. Hetta hevur fingið felagið at seta nýggj krøv til venjingartíðir hjá spælarunum, og hetta fekk »Gummi«, sum Morten verður róptur, ikki at sampakka við gerandisdagin annars.

Morten Juul Hansen spældir vanliga á miðvøllinum. Í Lyngby spældi hann 166 dystir á besta liðnum hjá felagnum, og skeyt hann 23 mál í hesum.