Lyngby misti stig á heimavølli

Tað eydnaðist ikki Lyngby at vinna dystin ímóti Næstved í donsku 1. deild í sólskininum á Lyngby Stadion sunnudagin. Dysturin endaði við javnleiki 1-1, og hetta var fyrstu ferð í hesum kappingarárinum, at Lyngby ikki vann heimadyst. Næstved stóð seg væl, teir stríddust væl og komu á odda. Lyngby javnaði, men kláraði ikki at vinna dystin. Christian Lamhauge Holst spældi ikki við hjá Lyngby, tí hann er skaddur. Lyngby liggur nú nummar 2 í donsku 1. deild.