Lyngby hevur aftur í kvøld lagt rygg til tap. Í kvøld var tað í landskappingardysti á heimavølli ímóti OB, sum vann 3-0.
Tapið ber við sær, at Lyngby hevur ellivu stig og er níggju stig frá triði aftasta plássinum, sum teir skulu røkka, um teir framvegis skulu spæla í bestu deildini.
Christian Lamhauge Holst var alla tíðina á Lyngby liðnum, meðan Tem Hansen sat á beinkinum alla tíðina.