Lyngby fekk ikki mál

Oddaliðið í donsku 1. deild, Lyngby, mátti í gjár lúta á heimavølli ímóti Fredericia. Úrslitið av dystinum gjørdist 2-0 til Fredercia. Lyngby hevði annars gott tak á dystinum, og liðið skapti eisini fleiri góðar kjansir, men mál fingu teir ikki. Christian Lamhauge Holst var ein av álopsspælarunum, men hann megnaði heldur ikki at skora. Hóast tapið liggur Lyngby framvegis væl á odda í donsku 1. deild, nú tað resta sjey umfør.