Lyktapeli fórst og gøtuljósini slóknaðu

Føroya Politi heitir á fólk um at tryggja, at leysir lutir og tilfar, sum kann vera til ampa, ikki fýkur avstað.

 

Í nátt fór ein lyktapeli í Árnafirði, og tá pelin fall, slóknaðu allir lyktapelarnir fram við vegnum.

 

- Vit fingu hesa fráboðan um 02-tíðina í nátt, og átaksleiðarin hjá Klaksvíkar kommunu varð boðsendur.

 

Tað visti vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn at siga í morgun.

 

Í dag er væl av vindi um landið, men veðurforsagnirnar til í morgin eru upp aftur verri, tí tá sigur hann vind upp í ódnarstyrki.

 

Sambært veðurforsagnunum verður hetta eftir øllum at døma ein vika við illveðri - meginpartin av vikuni.

 

Føroya Politi heitir á fólk um at tryggja, at leysir lutir og tilfar, sum kann vera til ampa, verður tikið upp ella tryggjað á staðnum.

 

Kommunur og sløkkilið um landið hava eisini somu áheitan - um at taka upp tað leysa, sum liggur og sløðist.

 

Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at í illveðrinum herfyri var tað í onkrum føri leyst tilfar, sum feyk á hús og gjørdi skaða.