Hetta sigur ein lesari Sosialsins í sambandi við, at Ráðið fyri Ferðslutrygd hesaferð hevur skipað lyktakanningina øðrvísi.
Lesarin heldur við Sosialin, at á sama hátt hevði tað verið rættast, at latið ungfólk eitt nú fingið arbeiði á bensinstøðunum at fylt bensin á, sum tú nú á døgum sjálvur mást gera.
? Eg hevði fegin latið 25 oyru meira fyri liturin, um eg fekk onkran at fylla bensin á fyri meg - og á tann hátt skapt fleiri arbeiðspláss og økt um tænastustøðið, sigur lesarin við Sosialin.
(Vísast skal annars til viðmerkingar frá Jón Kragesteen á Ferðslutrygd á síðu 17, har hann greiðir frá lyktakanningini)