Lyklauppgerð verður á Sandi

Um sandoyingar skulu lyfta seg úr botninum, so er alneyðugt, at teir vinna fulla úrtøku, tá ið klaksvíkingar koma at vitja

Fótbóltur

 

Higartil hevur úrtøkan hjá B71 verið soltin: Fimm stig í 12 dystum. B71 hevur skorað 11 mál, og einasti sigurin – 3-1 á heimavølli ímóti Skála – var vunnin 27. apríl.

Nú kemur KÍ at vitja, og um B71 skal lyfta sær úr botninum og harvið vinna seg inn á Skála og ÍF, sum eru liðini omanfyri sandoyingar, so er uppgerðin sunnudagin ein av teimum, sum skulu bera úrtøku við sær. At tað kann vera torført hjá teimum, sum eru longri uppi á talvuni, at vinna øll stigini á Sandi, verður staðfest av, at bæði EB/Streymur og HB eru farin av Sandi við einum stigi og við úrslitinum 2-2.

Tað er tepurt við fólki hjá B71, og tí verður venjarin, Eli Hentze, aftur hesa ferð á dómaraseðlinum. Tað verður Patrick Sunday eisini. Álopsspælarin hevur verið knýttur at B36, men er nú fluttur til Sandoygar.

Jóhannes Jensen hevur leingi verið skaddur í fótinum. Hann hevur roynt at spæla ímóti EB/Streymi og NSÍ, men nú er greitt, at hann verður ikki við aftur undan summarsteðginum. Ein annar verjuspælari, Fabio Vieira, hevur eisini trupulleikar við fótliðnum og verður tískil ikki við ímóti KÍ.

Klaksvíkingar hava í fleiri vikur við longsli bíðað eftir, at loyvini hjá amerikanska álopsspælaranum, Joe Zewe, skulu koma upp á pláss. Hann hevur vant við í fleiri vikur. Fyrrapartin í dag var arbeiðsloyvi ikki komið upp á pláss, men í Klaksvík søgdu teir seg rokna við, at hann verður við á Sandi. John Hammer hevur framvegis trupulleikar við knænum.

So er spurningurin, hvussu Eyðun Klakstein fer at blanda kortini. Higartil hava møguleikarnir ikki verið so nógvir, men nú tykist síggja eitt sindur ljósari út. Bjarni Jørgensen hevur vant við fullari ferð nú í nakrar vikur, men hann verður ikki við í hesum vikuskiftinum.

Klaksvíkingar siga seg hyggja uppeftir, men tað er framvegis ein sannroynd, at um tað eftir leikliga góða avrikið og úrslitaliga vónbrotið ímóti EB/Streymi ikki eydnast at vinna ímóti B71, so fer botnurin aftur at spøkja í Klaksvík.