Lyklaspælari skrivar undir í Klaksvík

Í kvøld boðar KÍ frá, at danski Claes Philip Kronberg eisini tvey tey næstu árini fer at spæla við KÍ

KÍ boðar í kvøld frá, at felagið hevur skrivað undir nýggjan sáttmála við Claes Philip Kronberg.

 

Sáttmálin við 35 ára gamla danska spælaran fevnir um tvey tey næstu kappingarárini. Harvið hevur KÍ bundið mest sum allar teir at sær, ið hava verið mest á liðnum í ár. Undantakini eru málverjin Mathias Rosenørn og verjuspælararnar Jesper Brinck og Patrick Da Silva.

 

Umframt hesar báðar eru álopsspælarin Valerijs Sabala og verjuspælarin Dmytro Lytvyn bara bundnir av KÍ hetta kappingarárið. Dmytro Lytvyn hevur verið lítið á besta liðnum. Hann er framvegis í Klaksvík og venur við KÍ, men tað skilst, at hann er áhugaður í at finna nýtt felag, áðrenn flytingarvindeygað letur aftur í fleiri londum nú um mánaðarskiftið.

 

Mikkjal Thomassen venjari hjá KÍ sigur við heimasíðuna hjá felagnum, at hann er sera væl nøgdur við, at Claes Philip Kronberg, sum hevur spælt 41 dystir og skorað fýra mál, eisini tvey tey næstu árini verður í Klaksvík:

 

-Hansara spælskil ber við sær, at hann lyftir teir upp, sum spæla saman við honum. Undir venjing og í dysti er hann ein leiðari og ein, sum gongur undan, og hóast hann er 35 ára gamal, so er hann framvegis svangur eftir at læra, spæla og vinna, sigur KÍ venjarin.