Lyklaspælari heldur fram í B36

Betri deildin menn: B36 heldur fast í helst skjótastu rakettini í føroyskum fótbólti

B36 hevur longt sáttmálan við Hannes Agnarsson, so hann eisini er galdandi fyri komandi kappingarár.

 

- Hannes Agnarsson verður eisini eitt av hóttandi álopsvápnunum hjá Dan Brimsvík í ár. Hannes hevur skrivað undir sáttmála við B36 fyri kappingarárið 2024. Ágrýtni og kviki álopsspælarin hevur bara umboðað barndómsfelagið í føroyskum fótbólti. Hann hevur higartil spælt 155 dystir og skotið 24 mál fyri besta mansliðið. Hann er eisini skrásettur fyri fimm landsdystir fyri Føroyar, skrivar B36.

 

Hannes Agnarsson verður 25 ára gamal í næstum og hevur spælt við besta liðnum hjá B36 í samanlagt níggju kappingarár.