Lyklaspælarar sita á beinkinum

Meðan EB/Streymur er í stinnastu útgávu eru fýra lyklaspælarar hjá B68 ikki á vøllinum í dag

Eisini í Hólmanum á Eiði, har EB/Streymur í dag eigur heimadyst fyri síðstu ferð í hesum umfarinum, eru fótbóltslíkindini góð.

 

EB/Streymur hevur vitjan av B68. Mikkjal Hellisá er leikbannaður, men annars hevur Jákup Martin Joensen hevur allar teir teir á vøllinum, sum plaga at manna besta liðið.

 

B68 venjarin Øssur Hansen hevur í dag fýra av teimum, sum higartil í ár hava verið millum teir mest eyðsýndu á beinkinum ella rættari tveir eru á beinkinum og tveir eru ikki á listanum. Talan er um málverjan Róa Mørk Hentze, og Esmar P. Clementsen, sum ikki eru á listanum, og so Jann Inga Petersen og Lukasz Cieslewicz, sum eru á beinkinum.