Sandoyingar vóru í dag á Vágseiði, har teir í vakra og kalda várveðrinum vunnu 3-2 ímóti FC Suðuroy.
Talan var um framskundaðan dyst frá sætta umfari, sum annars var ásettur at vera 13. apríl.
Tað eru 19 ár síðani, at Clayton Soares í 2002 kom til Føroya at spæla fótbólt við FS Vágum. Burtursæð frá tveimum árum – í 2010 og 2017 – hevur hann spælt fótbólt í Føroyum. Clayton er nú á fjórða ári á rað í B71, har hann eisini áður hevur verið – frá 2004 og til og við 2008.
Í dag vísti nú 42 ára gamli Clayton Soares, at hann framvegis er millum teir bestu í næstbestu deildini. Hann skoraði í trimum teimum fyrstu umførunum, og aftur í dag skoraði hann. Harvið hevur hann skorað fýra av teimum níggju málunum hjá B71.
Í dag legði hann átta minuttir undan steðginum B71 á odda 2-1. Talan var um eitt av løttu málunum, tá ið hann fangaði bóltin eftir kiksaða afturlegging. Hetta kom illa við hjá FC Suðuroy, sum tveir minuttir frammanundan hevði javnað til 1-1. Málskjútti var Christian Njøten, sum eftir fínt álop sneiddi seg leysan eitt sindur til vinstru, áðrenn hann legði bóltin framvið málverjanum.
Tá ið knappur hálvur tími var farin, hevði Aron Clementsen lagi B71 á odda 1-0, og tá átti Clayton Soares uppleggið.
Og Clayton var aftur upp á spæl miðskeiðis í seinna hálvleiki, tá ið hann legði bóltin fram um heimaverjuna. Ein annar av útlendsku spælarunum hjá B71 – amerikumaðurin Joel Vazquez – rann frá verjuni og setti bóltin í málið.
So var 3-1, og hóast heimamenninir pressaðu og megnaðu at minka um munin, so fóru sandoyingar við øllum. Málskjútti 19 minuttir undan leikloki var Kári Kjærbæk.
B71 hevur seks stig eftir fýra dystir, meðan FC Suðuroy hevur fýra stig.