Fyrra hálvfinalan í kappingini um løgmanssteypið millum Skála og Víking verður undir Mýruhjalla á Skála klokkan 18.
Somu lið hittust á sama vøllin síðsta sunnudag. Tá vann Víkingur landskappingardystin 3-2.
Sunnudagin vóru Jákup Jakobsen og Fróði Benjaminsen, sum higartil í ár hava verið miðverjar hjá Skála, ikki tøkir. Teir eru báðir á liðnum í kvøld. Edvin Jakobsen er framvegis skaddur, og Ólavur Mikkelsen er á miðvallarplássinum, har Janus Svabo Samuelsen spældi sunnudagin.
Hjá Víkingi var Andreas Lava Olsen ikki við sunnudagin, tí hann var burturstaddur. Hann er á liðnum í kvøld og avloysir Arnbjørn Svensson. Adeshina Lawal er framvegis skaddur.
Beinleiðis frásøgn
Skála – Víkingur kl. 18.00
Fyrra hálvfinala í kappingini um løgmanssteypið
Dómari: Dagfinn Forná
Skála: Karstin Hansen – Ari Olsen, Jákup Jakobsen, Fróði Benjaminsen, Teitur R. Joensen – Haraldur R. Højgaard, Ólavur Mikkelsen – Ronni Møller-Iversen, Pætur Dam Jacobsen, Heðin Klakstein – Jákup Johansen
Víkingur: Elias Rasmussen – Elias Lervig, Atli Gregersen, Vukasin Tomic, Hanus Jacobsen – Andreas Lava Olsen, Heðin Hansen, Gunnar Vatnhamar, Dion B. Splidt – Sølvi Vatnhamar, Philip Djordjevic