Bæði Sebastian Pingel og Teitur Gestsson halda fram í HB. Tað boðar felagið frá í kvøld.
Danin, sum skifti úr grannanunum í B36 yvir í HB við ársbyrjan, bleiv á ársveitsluni hjá HB kosin ársins spælari hjá felagnum. Tí gleðast tey í felagnum um, at hann hevur valt at halda fram í reyð-svørtu troyggjuni.
Tað hevur annars ljóðað, at Sebastian Pingel hevur verið heilt nær við at skriva undir sáttmála við KÍ, men at HB so gjørdi eina seinastu roynd at tryggja sær undirskriftina. Og tað eydnaðist.
Sebastian Pingel spældi 29 dystir fyri Hb og skoraði 11 mál í farna kappingarári.
Tað hevur eisini verið upp á tal, at aftasti skansin, Teitur Matras Gestsson, skuldi fara at royna seg uttan fyri landoddarnar, men í kvøld kunngerð HB, at eisini hann hevur longt sáttmálan við felagið.
Teitur vardi málið í 31 dystum farna kappingarár, og skoraði eitt mál, í 18-0 sigrinum móti MB í steypakappingini.