Lyklaorðið er nú grundrakstur

- Vit hava fingið skil á búskapin, tí næsta ár verður yvirskot á grundrakstrinum, sigur landsstýrismaðurin í fíggjarmálum. Andstøðan heldur lítið um argumentatiónina

Orðið, sum gongur aftur og aftur í argumentatiónini hjá landsstýrismanninum í fíggjarmálum, er grundrakstur. Fleiri ferðir undir fyrstu viðgerð av fíggjarlógaruppskotinum fyri 2014 vísti Jørgen Niclasen á, at næsta ár verður aftur yvirskot í grundrakstrinum hjá landskassanum. Og tað er sera jaligt, sigur Jørgen Niclasen.
Grundraksturin er vanliga defineraður sum tær vanligu útreiðslurnar og inntøkurnar hjá landskassanum. Hinvegin verða rentuútreiðslur, íløgur, inntøkur frá eitt nú einskiljingum ella kapitalinntøkur hildnar uttanfyri, tá tosað verður um grundraksturin.
Sambært búskaparfrágreiðingini, sum er latin løgtinginum saman við fíggjarlógaruppskotinum fyri 2014, gevur grundraksturin 66 milliónir krónur í undirskoti í ár. Men næsta ár verða 67 milliónir krónnur í yvirskoti á grundrakstrinum, sambært somu búskaparfrágreiðing hjá Fíggjarmálaráðnum.
- Grundraksturin er avgerandi fyri evnini at rinda aftur skuld. Og næsta ár hava vit fyri fyrstu ferð í áravís yvirskot í grundrakstrinum, so tað gongur avgjørt rætta vegin, sigur Jørgen Niclasen.
Sambært búskaparfrágreiðingini vísti grundraksturin 361 milliónir krónur í undirskoti í 2010, í 2011 var undirskotið 130 milliónir krónur, og í 2012 gav grundraksturin 121 milliónir krónur í undirskoti.
Seinast landskassin kundi vísa á yvirskot í grundrakstrinum var í 2007. Og hetta lat landsstýrismaðurin í fíggjarmálum ikki liggja eftir, tá hann skuldi vísa á, at tað nú er farið at ganga rætta vegin.
Men andstøðan heldur lítið um, at fokus nú verður sett á grundraksturin, heldur enn sjálva botnlinjuna.
- Seinast, vit hoyrdu um grundrakstur, var tá ein ávísur bankastjóri tosaði um tað, stutt áðrenn hansara banki fór á heysin. Vónandi er tað ikki so galið við landskassanum, segði Páll á Reynatúgvu undir orðaskiftinum um fíggjarlógaruppskotið.

Landsbankin
Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum brúkti eisini eina trý ára gamla frágreiðing frá Landsbankanum í síni argumentatión fyri, at grundraksturin hevur týdning. Frágreiðingin staðfestir, at tíðarskeiðið frá ár 2000 til 2010 fer grundraksturin hjá landskassanum heili 1350 milliónir krónur eftir hæli. Tá bygd tølini fyri 2010 á metingar úr fíggjarlógaruppskotinum, sum seinni vístu seg at vera góðar 200 milliónir frægari enn mett. Men myndin er tann sama, grundraksturin er farin úr einum stórum yvirskoti í 2000 til eitt stórt undirskot í 2010. Víðari segði Landsbankin, at úrslitið av grundrakstrinum er eitt týdningarmikið mát, sum kann siga okkum nakað um, í hvønn mun rúm er í landskassanum til rentur og íløgur. Eisini varð víst á, at íleggjarar og ratingstovnar brúka úrslitið í sínum metingum av, um landskassin klárar at halda sínar skyldur. Og til seinast mælti Landsbankin til, at eitt yvirlit yvir grundraksturin hjá landskassanum verður kunngjørt sum partur av fíggjarkørmum og fíggjarlóg.
Tað hevur landsstýrið tikið til sín. Og Jørgen Niclasen nýtti eisini høvið til at vísa á jaligu gongdina, nú fleiri ára hall í grundrakstrinum næsta ár verður vent til yvirskot.
Andstøðan vísti tvørturímóti á, at støðan eftirhondini var margháttlig.
- Tað er langt úti, at sami landsstýrismaður, sum avhøvdaði Landsbankan, nú brúkar gamlar frágreiðingar frá sama Landsbanka í síni argumentatión. Landsbankin er sum kunnugt niðurlagdur, og vit fáa tí ikki fylgt upp uppá hesar upplýsingar, sum landsstýrismaðurin nú velur at brúka, sigur Kristina Háfoss, framsøgukvinna í fíggjarmálum fyri Tjóðveldi.

Undirskotið
Meðan landsstýrismaðurin í fíggjarmálum setir fokus á grundraksturin, so heldur andstøðan fast um stóra undirskoti á fíggjarlógunum, bæði í ár og næstu árini.
Víst verður á, at samstundis sum landsstýrið sigur seg vilja fáa undirskotið burtur, so vísa tølini, at gongdin er júst tann øvugta. Sambært nýggjastu tølunum verður undirskotið í ár væntandi 449 milliónir krónur. Inntøkurnar svíkja við 153 milliónum, sammett við metingarnar, og harumframt økjast útreiðslurnar við 53 milliónum, sammett við upprunaligu játtanina. Tí verður undirskotið í ár meira enn 200 milliónir størri enn ætlað.
Og andstøðan trýr heldur ikki uppá, at undirskotið kemur niður á 250 milliónir næsta ár.
- Hetta er sera ivasamt, tí roknað verður millum annað við 272 milliónum í inntøkuvøkstri næsta ár. Og samstundis verður longu nu fráboðað, at 115 milliónir krónur av óbrúktum íløgukrónum frá í ár verða fluttar til 2014. Harvið gerst hallið í minsta lagi 365 milliónir næsta ár, sigur Kristina Háfoss.
Eftir fyrstu viðgerðina hósdagin og fríggjadagin er fíggjarlógaruppskotið fyri 2014 farið í Fíggjarnevndina hjá løgtinginum. Nevndin fer undir at viðgera uppskotið hósdagin.


MYNDATEKSTUR:
Myndin vísir grundraksturin og úrslitið á fíggjarlógunum síðani ár 2000 í milliónum krónum. Tølini fyri 2014 eru úr fíggjarlógaruppskotinum fyri 2014 og búskaparfrágreiðingini, sum varð løgd við. Hini tølini eru úr yvirliti hjá Landsbankanum og roknskapartølum hjá Gjaldstovuni.