Í fjør vár gjørdi Sävehof sáttmála við tann tá bert 16 ára gamla Óla Mittún.
Ætlanin var, at hann hetta kappingarárið skuldi spæla mest við menningarliðnum hjá Sävehof, og so skuldi hann av og á fáa nakað av spælitíð á besta liðnum.
Men mongu skaðarnir sum raktu besta liðið hjá Sävehof lótu dyrnar upp fyri nógv meira spælitíð til Óla enn upprunaliga var ætlað.
Og sigast má, at bert 17 ára gamli hoyvíkingurin hevur tikið av. Hann hevur higartil skotið 55 mál fyri besta liðið, umframt at leggja upp til nógv onnur mál hjá liðnum.
Størsti hondbóltsmiðilin í Svøríki, Handbollskanalen valdi Óla at vera ársins talent í kappingini, og alt Hondbólts-Svøríki er tikið á bóli.
Stóri miðilin í Göteborg, Göteborgsposten hevur stóra grein við samrøðu við Óla og høvuðsvenjarin hjá Sävehof, Michael Appelgren.
Michael Appelgren staðfestir, at Óli hevur gjørt tað framúr og eigur sín stóra lut í, at Sävehof er næstfremst í deildini. Venjarin heldur fyri, at Óli spælir somikið væl, og hevur verið somikið dystaravgerandi, at tað er alt annað enn givið, at eldru leikararnir fara soleiðis uttan víðari at vinna plássið hjá sær aftur.
Høvuðsvenjarin sigur, at hetta kappingarárið er eitt bonus-kappingarár hjá Óla, tí upprunaliga var slettis ikki meiningin, at hann skuldi spæla ein so stóran leiklut á liðnum.
Í greinini er eisini samrøða við Óla, ið sigur, at hann hevur lært betur at handfara stóra trýstið sum er frammanfyri stórum áskoðarafjøldum. Óli gevur systkinabarninum, Eliasi Ellefsen á Skipagøtu og venjaratoyminum hjá Sävehof heiðurin fyri, at tað hevur gingið so væl og skjótt við menningini.
Í greinini greiðir Óli eisini frá, at stóri dreymurin er at vinna seg til eitt endaspæl við føroyska A-landsliðnum.