Lyklaleikari hjá Liverpool langtíðarskaddur

Daniel Sturridge spælir ikki aftur fyribils

Bretska álopsstjørnan hjá Liverpool, Daniel Sturridge, hevur snøgt sagt havt eitt ræðuligt kappingarár. Kappingarárið hevur verið illa darvað av skaðum, og av tí sama hevur Sturridge einans leikt 12 Premier League-dystir hetta kappingarárið, har hann hevur skorað fýra mál. 

 

Sturridge er júst blivin skurðviðgjørdur í mjødnini, og hetta kostar honum ein steðg frá fótbóltinum, sum hevur við sær, at Sturridge ikki kann gera um seg aftur á einum fótbóltsvølli fyrr enn í september mánaði. Tað váttar Brendan Rodgers á tíðindafundi í dag. Kappingarárið byrjar aftur í august, og tí má Liverpool í minsta lagi vera ein av stóru stjørnum sínum fyriuttan fyrsta mánaðin.

 

Fyri Liverpool hevur saknurin í bæði Sturridge og Luis Suarez, ið sum kunnugt skifti til Barcelona í fjørsummar, verið stórur. Í fjør endaði Liverpool á øðrum plássi, meðan siðbunda felagið í ár er á einum fimta plássi, har Champions League-luttøka næsta ár tykist ósannlík. Trý umfør eru eftir av Premier League.