HB boðar í kvøld frá, at miðvallarleikarin, Tróndur Jensen, sum seinnu árini hevur ment seg til at verða lyklaleikari í felagnum, hevur longt sín sáttmála við tveimum árum.
Tróndur Jensen hevði fyrsta part av kappingarárinum í ár avbjóðingar við at fáa fast pláss á liðnum hjá HB, men sum kappingin leið, gjørdist týdningurin av skilagóða miðvallarleikaranum alsamt størri. Í seinnu hálvu var Tróndur Jensen eisini millum mest eyðsýndu leikararnar á liðnum hjá HB.
Í fjør – í 2016 – fekk Tróndur Jensen sítt stóra gjøgnumbrot á liðnum hjá HB, tá hann eisini fekk debut á føroyska a-landsliðnum.
HB skrivar á heimasíðu sínari, at felagið fegnast um at Tróndur Jensen komandi árini eisini verður partur av HB.