Lyklafríur Volvo í 2017

I fleiri áratíggju hava bilførarar vant seg við at nýta lykil til at fáa atgongd til sín bil.

 

Nú er nýggj tøkni á veg. Frá 2017 hevur Volvo ætlanir um at gerast fyrsti bilaframleiðari í heiminum, sum kann bjóða lyklafríar bilar.

 

Volvo eigarar fáa tá tilboð um eina app til teirra fartelefon, sum avloysir vanliga billykilin við ein talgildan.  

 

Nýggja appin við talgilda lyklinum á fartelefonini ger alt tað ið ein vanligur lykil ger sum t.d. at læsa hurðar og viðførisrúm upp og aftur eins og at starta motorin.

 

Við hjálp frá nýggju appini er ætlanin, at ein Volvo eigari kann bíleggja og gjalda fyri ein Volvo leigubil hvar sum helst í heiminum og fáa tann talgilda lykilin til leigubilin.