Lykladystur í Serpigerði

Ein ógvuliga týðandi dystur í niðaru hálvu á stigatalvuni í Formuladeildini verður í Serpigerði leygardagin, tá ið vágbingar vitja gøtumenn.

Upptakt


Tað er ikki bert í oddinum í Formuladeildini, at kappingin er hørð. Eisini í niðaru hálvu á stigatalvuni er tætt millum liðini, og tí er tað ógvuliga týdningarmikið hjá teimum einstøku liðunum at vinna dystirnar móti hinum botnliðunum.

Ivast millum tveir málverjar

Gøtumenn hava sama hóp sum til dystin móti Skála seinasta sunnudagin, og harumframt eru bæði Hans Pauli Petersen og Áslakkur Petersen farnir at venja aftur í vikuni, og teir verða ivaleyst við í hópinum, hóast teir ikki enn eru í fullari venjing.

Leikandi venjarin hjá GÍ, Kryzstof Popczynski, dylur ikki fyri, at hann metir dystin móti gamla liðnum hjá sær sum ógvuliga týdningarmiklan.

- Hetta er ein tann týdningarmiklasti dysturin í ár. Eg vil kalla hendan dystin fyri ein seks-stig dyst. Vinnarin av dystinum fær neyðuga sjálvsálit, og eg haldi, at liðið hjá okkum er klárt til dystin. Hýrurin í hópinum er góður, hóast vit hava mist fleiri spælarar, og allir eru klárir til uppgávuna, sigur Kryzstof Popczynski.

Tá ið Skála vitjaði í Gøtu farna vikuskifti, vardi Sunvard Joensen málið hjá GÍ, men enn er óvist, um tað verður hann, ið stendur millum stengurnar leygardagin. Gøtumenn hava nevnliga leigað ein annan málverja, Pól Næss Joensen, úr HB, og hann hevur vant við GÍ hesa vikuna. Leikandi venjarin hjá GÍ sigur tó, at hann ikki enn hevur tikið nakra avgerð um, hvør ið skal verja málið móti VB.

- Eg tosaði við Pól eftir venjing hóskvøldið, og tá segði hann, at hann ikki heilt hevði vant seg við vøllin í Gøtu, og millum annað tí bíði eg sum longst til at taka avgerð um, hvør ið skal verja málið, sigur Krzystof Popczynski, ið heldur hetta vikuskiftið verða eitt tað mest avgerandi fyri alt kappingarárið í Formuladeildini.

Vágbingar hava gott mót

Hóast VB var fyri lemjandi 1-6 ósigri á Mølini seinasta sunnudag, so eru vágbingar við gott mót undan dystinum í Gøtu leygardagin.
Ungi Poul N. Poulsen sigur, at lagið er gott í hópinum hjá vágbingum, og allir mans eru klárir til dystin móti GÍ.

- Vit hava vant við fullari ferð í vikuni, og tapið á Eiði er lagt aftur um bak. Vit hava spælt tvær ferðir móti GÍ í Vági í ár, og báðar ferðir hava teir verið omaná. Men vit ætla okkum uppreisn, og tí fara vit eftir øllum trimum stigunum í Gøtu leygardagin, sigur Poul N. Poulsen.